Eyðun: Fult uppiborin sigur til Skála

(Rás2) Tróndur Arge fekk orðið á Skála-venjaran, Eyðun Klakstein, ið sá sínar menn vinna 3-0 á Suðringum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi fyri in.fo/Rás2 við Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara hjá Skála, ið sá sínar menn á heimavølli vinna 3-0 á TB/FCS/Royn.

 

Úrslitið ber við sær, at Skála nú hevur seks stig, og undan dystunum í morgin er á fjórða plássi.

Suðringar hava trý stig og eru á áttanda plássi.

 

 

Eyðun Klakstein heldur, at talan var um ein uppibornan sigur til Skála, ið hevði meira spæl og kom til fleiri málmøguleikar. Eyðun Klakstein er eisini fegin um, at Brian Jakobsen skoraði tvey mál í dag, og undirstrikar, at ein av málsetningunum fyri kappingarárið má verða, at Brian Jakobsen skorar eitt tveysiffrað tal av málum hetta kappingarárið.

 

 

Achmed Mujdragic venur aftur aftaná skaðan í fyrsta dystinum ímóti Víkingi í Sarpugerði. Eyðun Klakstein vil tó ongan váða taka enn við Achmed Mujdragic, men vónar at hava hann kláran skjótt at tørna út fyri Skála.

 

 

 

Skála hevur nú vunnið tveir dystir á rað, men Eyðun Klakstein undirstrikar, at teir eru framvegis eyðmjúkir um málsetningin fyri kappingarárið. 

 

 

 

Skála – Suðringar 3-0 (1-0)


1-0: Brian Jakobsen 4.

2-0: Andri Benjaminsen 81.

3-0: Brian Jakobsen 86.

 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljovic hjá TB/FCS/Royn hoyrist HER