Eyðun fær ein møguleika aftrat

Fyri fjórðu ferð í stutta tíð bresta Víkingur og Skála saman seinnapartin

Síðstu vikurnar hava Víkingur og Skála tríggjar ferðir dystast. Tað hevur verið ógvuliga tætt og spennandi, tá ið hugsað verður um spæl og møguleikar, men tað er koppað Víkingi til fyrimunar.

Fyri einum mánað síðani vann Víkingur landskappingardystin á Skála 3-2. Tá var Víkingur frammanfyri 1-0 og 3-1.

Grannaliðini hava seinastu vikurnar dystast tvær ferðir í hálvfinaluni í steypakappingini. Á Skála endaði tað 1-1, og í Sarpugerði endaði tað málleyst.

Í dag eiga Skála og venjarin, Eyðun Klakstein, nýggjan møguleika at fáa bilbukt við Víking. Gongdin seinastu vikurnar vísir, at tað er stór avbjóðing.

Meðan Skála hevur tapt fýra landskappingardystir á rað, so hevur Víkingur ikki tapt sjey tær seinastu ferðirnar í landskappingini. Úrtøkan er seks sigrar og ein javnleikur.

Víkingur hevur 23 stig, meðan Skála hevur 15 stig.

Hjá Skála er Ronni Møller-Iversen leikbannaður, og Edvin Jakobsen og Søren B. Nielsen eru skaddir. Fróði Benjaminsen er tøkur aftur eftir leikbann.

Hjá Víkingi eru allir tøkir. Adeshina Lawal er darvaður av vøddaskaða, men tað er møguleiki fyri, at hann verður førur fyri at spæla.