Vitjan
Tað var við at nærkast einum nýggjum degi, tá vit hittu Eyðun Elttør í telefonini. Júst afturkomin frá borðhaldið, har danski forsætisráðharrin hevði verið heiðursgestur.
?Eg eri glaður fyri vitjanina. Vit fingu prátað væl saman, og hann var eisini ógvuliga kontantur í sínum úttalilsum, sigur Eyðun Elttør.
Sjálvur er Eyðun Elttør landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, og hann var fyri kortum eisini valdur sum formaður fyri Sjálvstýrisflokkin.
Hóast umhvørvismál ikki er tað, ið vit eru von við at hoyra Eyðun Elttør tosa mest um, var tað hetta, ið hann tók upp, tá ið danski forsætisráðharrin sat hinumegin borðið.
?Við sjálvt borðhaldið nevndi Anders Fogh Rasmussen, at hann var fegin um, at føroyingar nú høvdu fingið góð úrslit í oljuleitingunum, men annars var ikki eitt orð talað um oljuna okkara millum, sigur Eyðun Elttør.
Í staðin fyri at tosa um olju, var tað sostatt einamest havumhvørvið, sum Eyðun Elttør tosaði við ovasta danska politikaran um.
Havumhvørvið er eitt málsøki, ið enn ikki er yvirtikið, og sum støðan er nú, liggur ein stórur partur av førleikanum í Danmark.
Føroyski olju- og umhvørvismálaráðharrin greiddi Anders Fogh frá, at føroyingar fegnir vildu yvirtaka hetta málsøki eisini. Sjálvur er Eyðun Elttør eisini rættiliga væl nøgdur við svarið, hann fekk.
?Eg fekk eitt positivt svar. Eg skal taka hetta málið við danska umhvørvismálaráðharran (Hans Christian Schmidt úr Venstre, blðm), sum er nýggjur í starvinum, og tað verður so upp til okkum at fáa hetta í rættlag, sigur Eyðun Elttør.
Landsstýrismaðurin heldur, at flest allir landsstýrismenn fingu líknandi positiv svør upp á sínar fyrispurningar frá danska forsætisráðharranum.
Á tíðindafundinum hjá Anders Fogh Rasmussen og Løgmanni, Anfinn Kallsberg, varð eisini spurningurin um undirgrundini reistur.
Eyðun Elttør metir, at svarið frá danska forsætisráðharranum til spurningin um undirgrundina er í tráð við tað, ið hevur verið frammi fyrr, og hetta staðfestir avtaluna millum Føroyar og Danmark.
Sjálvur metir Eyðun Elttør ikki, at Anders Fogh Rasmussen hevur í hyggju at skipa soleiðis fyri, at blokkurin skal avtakast við oljupengunum sum høvuðsgrundarlagið.
Passar til flokkin
Sum floksformaður dámar Eyðuni Elttør eisini væl Fælleserklæringen, Anders Fogh og Løgmaður lótu frá sær.
?Mann kann gott siga, at eg eri fegin um hetta. Hetta skuldi borið í sær, at tað fer at bera til at fremja yvirtøkurnar. sigur Eyðun Elttør.
Hann heldur, at hetta við yvirtøkunum passar væl til flokkin og tað, ið flokkurin hevur sagt áður.
?Vit kunnu sjálvsagt seta spurnartekin við, hvussu væl eydnaðar yvirtøkurnar hava verið higartil, men nú eiga vit at hyggja frameftir. Vit hava tørv á góðum samstarvi í staðin fyri klandri, sigur Eyðun Elttør at enda.