Jan Müller
- Vit hava bíðað leingi eftir hesum útbjóðingarumfarinum. Nú standa vit so á gáttini til eina nýggja tíð, og eg haldi tað er sera áhugavert, tá so stór oljufeløg sum BP Amoco saman við øðrum kendum oljufeløgnum banka á dyrnar her hjá okkum sigur ein vælhýrdur Eyðun Elttør, sum umsitur oljumál í landsstýrinum. Hann torir ikki at gita, hvussu nógv oljufeløg fara at søkja, áðrenn tíðarfreistin 17. mai gongur út. Men hann vónar, at tað verða fleiri feløg, sum fara at søkja. Á samkomu á nýggju skrivstovuni hjá BP Amoco í Havn ynksti landsstýrismaðurin felagnum vælkomnum til Føroya og vónaði, at hetta fór at bera í sær eitt gott samstarv.