Klaksvík: Í morgin verður flaggdagshald í Klaksvík, og í ár verður tað landsstýrismaðurin, Eyðun Elttør, sum fer at halda røðuna.
Haldið byrjar í Klaksvíksgarðinum klokkan 15.00, tá Klaksvíkar Hornorkestur og skótar fara at ganga skrúðgongu í Vágstún.
Her fer hornorkestrið at spæla eitt sindur og Eyðun Elttør fer at halda røðuna.
Tað eru skótaliðini í Klaksvík, sum standa fyri flaggdagshaldinum.