Dan R. Petersen
Gevst við hasum møsninum. Gevst við at geva fólki málsliga undirlutakenslu.
Orðið krisa stavar úr Grikkalandi og er í ætt við kritikk og kriterium. Hálv mannaættin brúkar hesi orðini. At vit ikki kunnu taka tey í munnin í eini knappari vend, bara tí at danir siga tey, er tað reina slutur. Annars er ein krisa og at krisa fakorð umborð á trolara; har hava tey ein heilt annan týðning enn kreppa ella ring støða.
Orðið smelta stendur sjálvandi í tí føroysku orðabókini. Tað er jú felagsgermanskt arvagóðs. At danir eisini siga tað, má so verða harvið. Og eru argjamenn so puristiskir , at teir eru givnir at eta garnatálgasmelt ella leykasmelt aftur við fiski?
Og so at proklamera at øll føroysk staðarnøvn standa óbundin. Tað skal valdast at vera puristur ella málpolitistur.