Leygardagin kemur nýggja útgávan hjá Eyðuni Nolsøe. Útgávan eitur “Dagur legst at degi” og bjóðar 14 nýggjar sangir.
Eyðun hevur serliga arbeitt saman við Hans Poulsen í framleiðsluni av nýggju útgávuni. Hans hevur spælt fleiri ljóðføri, og teir hava saman lagt tónleikin til rættis.
Aðrir tónleikarar hava eisini lagt tónar til nýggju sangirnar. Jósva Debes hevur spælt trummur á øllum sangunum, Jákup Zacaharisen er við á onkrum sangum, Gwendolyn Philbrow spælir sello á einum sangi, og Pætur við Keldu hevur lagt kórrøddir til. Óli Poulsen hevur masterað útgávuna.
Eyðun Nolsøe, sum hevur skrivað sangir, síðani hann var unglingi, skrivar í dag meira um tað, sum er tætt at honum.
– Eg skrivi um kærleika. Um vón og vónloysi. Um gleði og sorg. Um ótta og ugga. Um einsemi og nærveru. Um lív og deyða. Um árini sum ganga, og løtuna sum er. Um at røkka høga tindar og djúpar dalar, sigur hann.
– Pílirnir peika meira inn eftir nú enn fyrr, tá eg kundi vera meira idealistiskur og politiskur. Eg eri blivin meira persónligur og tori betur at standa við tann, sum eg eri. Listin skal vera opin, erlig og autentisk fyri at vera áhugaverd, sigur Eyðun Nolsøe.
Hann sigur, at hesaferð hevur hann arbeitt meira við orðunum, enn hann plagar.
– Tað eru 10 ár síðani siðstu útgávu, og tí havi eg havt góða tíð at skriva og yrkt. Løgini blíva vanliga liðug fyrst, og so kann eg brúka nógva tíð til at bøta um yrkingarnar. Eg havi roynt at fingið yrkingarnar greiðar, einfaldar og sigandi. At leggja týdningar í orðini, sum eru meira enn tað, ið sæst við fyrsta eygakast, sigur Eyðun Nolsøe.
Leygardagin kl 14.00 verður útgávan løgd fram á ókeypis útgávutiltaki í Tutl í mðbýnum í Havn.










