Sunnudagin klokkan 15 letur Eyðun av Reyni málningaframsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði Eyðun er drivin listamaður. Hann letur málningarnar í steinamosa, royðulindir, rendur av mógvi og svart hamragrót. Hann dregur frum gosmyrju undan væðing jarðarinnar og stillar hana út í ein sýnisglugga, sum er gjørdur av lørifti, og letur hesar ræsir hálsfevnast á hesum laki og tosa sítt stumma mál sína millum - eisini við tann, sum skoðar verkið. Hetta er dýrgripurin hjá Eyðuni, sum er sælt fyri eygað at sjá, sum tey í Ribarhúsið og hábærsliga taka til.










