"Hav, klettar og brim" er heitið á málninginum, sum Eyðun av Reyni er í ferð við at hanga upp, tá vit støkka inn á gólvið í Galerie Focus, har sermerkti listamaðurin hevur framsýning í næstum.
Ein typiskur Eyðun av Reyni málningur vildi onkur kennari uttan iva sagt. Ógvuslig landsløg og dramatiskar rørslur eru nevniliga meir enn nakað annað vorðin eitt eyðkenni fyri Eyðun av Reyni sum listamann.
Kennir seg lítlan
Kann vera, at málningurin av havinum, klettunum og briminum er eyðkendur fyri Eyðun av Reyni. Sjálvur vil hann tó vera við, at myndevnið stórt sæð ongan týdning hevur fyri hann sum listamálara.
- Tað er rættiliga tilvildarligt, at tað júst er ógvusliga føroyska náttúran, sum gevur mær mest íblástur. Í veruleikanum kundi tað verið eitthvørt annað - bara tað gevur somu sterku kenslur, sigur listamaðurin, og avdúkar, at sterkastu kenslurnar fær hann, tá hann gongur úti í náttúrinum á hávetri.
Hvørjar tær kenslurnar eru, er kanska ikki so lætt at seta orð á. Í áðurnevnda málningini sær tað út til at snúgva seg um kensluna av at standa beint við ein avgrund og hyggja niður í ella út yvir eitt náttúrufyribrigdi, har hav og himmal standa í einum roki.
- Mær dámar at eygleiða tað stórbæra og undrist hvørja ferð yvir, hvussu lítlan man kann kenna seg. Hetta minnir teg veruliga á, hvussu lítið menniskju í grundini kunnu stýra tingunum, tá alt kemur til alt, sigur stillføri listamaðurin og hyggur hugsunarsamur at málninginum, í tí hann leggur afturat
- Spurningurin er eisini, hvussu nógv tú sum listafólk í veruleikanum fært stýrt einum málningi. Hjá mær er tað nokk mest temperamentið, sum stýrir. Sjálvt um eg sum oftast havi eina ætlan við málninginum, veit eg í veruleikanum ongantíð, hvat tað endar við.
Flótandi kompositiónir
Kanska hetta kemst av, at Eyðun av Reyni í sínum málningum mest sum er á eini uppdagingarferð í føroyskum dølum og gjáum, sum danski listaummælarin Peter Eriksen tekur til. Sambært honum tykist tað sum, at Eyðun av Reyni málar náttúruna innanífrá, har litirnir renna saman í kompositiónum, stýrdum av smáum puntum
Men eisini penslastrokini eru partur av rútmiska bygnaðinum í myndunum. Úrslitið verður, at listamaðurin fær skapa eina heilt serliga javnvág við eitt nú brúnu, grønu og bláu litunum í sínum abstraktiónum. Ein javnvág, sum aftur verður stuðlað av gløðandi litunum, sum taka støði í føroyska ljósinum.
Júst kompositiónirnar, er nakað, Eyðun av Reyni hevur arbeitt serliga nógv við seinnu árini.
- Tá eg byrjaði, var bygnaðurnin í myndunum ofta í so strammur og kantutur. Sjálvur haldi eg, at tað er við at eydnast at arbeiða uppá ein máta, so kompositiónirnar verða meir flótandi. Tað havi eg í øllum førum roynt, sigur listamaðurin
Arvurin eftir pápan
Sum kunnugt er Eyðun av Reyni sonur stóra málaran Ingálv av Reyni. Og sonurin dylur heldur ikki yvir, at pápin hevur havt stóra ávirkan á hann, ikki bara listarliga.
- Bara tað at ganga sum smádrongur inni í atelierinum hjá honum og síggja hann standa har og mála var ein týðandi íblástur í sær sjálvum til at fara í gongd. Kanska er tað ein av orsøkunum til, at tað kennist nátúrligt fyri meg at mála. Eg kenni heldur ikki fjáltur á mær, tá eg máli, og tað hevur kanska eisini nakað við ávirkanina frá pápa at gera sigur Eyðun av Reyni, og leggur afturat
- Sum Gunnar Hoydal skrivaði um pápa: "Hann var strangur við seg sjálvan men mildur við onnur". Tað er eisini soleiðis, eg minnist hann sum lærumeistara, sigur Eyðun av Reyni, sum heldur ongantíð hevur kent tað sum eitt trýst at skula liva upp til møguligar vænatanar til hann, sum sonin hjá Ingálvi av Reyni.
- Lat meg siga tað soleiðis, at eg havi vant meg av við at royna at liva upp til slíkar væntanir, um tær hava verið har, sigur Eyðun av Reyni, í tí hann leggur afturat, at hatta við at hann ikki kennir fjáltur á sær kanska ikki er heilt rætt.
- Beint áðrenn eina framsýning kann eg gott blíva bangin fyri, um eg nú havi endurtikið meg sjálvan ov nógv og í heila tikið, um tað, eg havi at bjóða, nú eisini er gott nokk. Tað er løgi, tí nú havi eg sýnt fram í so nógv ár, men tað tykist, sum tað blívir verri við árunum, staðfestir listmaðurin, Eyðun av Reyni.
Fakta:
Framsýning hjá Eyðuni av Reyni í Galerie Focus í Grím Kambansgøtu 20 í Havn
Fernisering verður fríggjadagin frá klokkan 16 til 18
17 spildurnýggir oljumálningar eru við á framsýningini
Framsýningin er opin fram til 9. oktober, týsdag til fríggjadag frá klokkan 15 til 18, og leygardag frá 16 til 18
Fá meir at vita og síggj dømi um málningarnar á www.galeriefocus.com