Í morgin letur upp framsýning við nýggjastu málningunum hjá Eyðuni av Reyni, har listamaðurin roynir seg við heldur øðrvísi litum. Eyðun av Reyni hevur síðstu tíðina arbeitt við hesi framsýning, sum eisini vísir eina nýggja síðu av listamanninum. Eyðkenda rútman fjalir seg tó ikki í málningunum, sum eru dramatiskir, og har ovurhugurin kemur sjónliga fram á løriftinum og styðar undir hugmyndina, sum er abstrakt og máttmikil.
Avrikini á løriftinum eru grundað á stórbæri í náttúruni, sum bert Eyðun av Reyni sær tað. Ein sansar náttúrumeginar, samstundis sum kenslan av tí allarbesta kemur fram í einum, tá tú eygleiðir verkini, verður sagt í skrivi um framsýningina.
Víðari verður sagt, at framsýningin vísir nakað av tí besta, sum Eyðun av Reyni hevur avrikað. Við hesi framsýning staðfestir listamaðurin enn einaferð sín týðandi leiklut í føroyskari myndlist.
Framsýningin letur upp í fríggjadagin klokkan 16 í Listaglugganum, Dr. Jakobsensgøta 15 í Havn og verður at síggja allan mars mánaða.