Eyðun & Neil á Skarv

Í Føroyum eru teir kendir sum besti barrbólkur, og eingin dugur sum teir

við kassagittara og sangi at fáa lív í eitt heilt vertshús.

Leygarkvøldið 18. apríl koma Eyðun & Neil so til Keypmannahavnar.

Tvøramaðurin Eyðun Ásason og vágbingurin Neil Joensen hava spælt nógv og væl á føroysku pubbum seinastu árini, og hava eina spæliskrá, ið fevnir frá Uriah

Heep til Sildavalsin.

Eyðun Ásason er beiggi Guðruna Sólju Jacobsen, so er tað

sannlíkt, at Guðrun eisini kemur á pallin á Skarv hettar kvøld.

 

Livandi tónleikurin á Skarv byrjar um miðnáttarleitið.