Eyðun aftur í atelierið hjá pápa

Eins og í fjør, fer listamaðurin Eyðun av Reyni at sýna fram í gamla atelierinum hjá pápa sínum Ingálvi av Reyni á Lútzenstrøð 13 í Havn. Eyðun arbeiðir í dag í hesum atelieri, og tað er somikið stórt, at tað væl ber til at brúka til framsýning. Í fjør var framsýningin um Ólavsøkuna, meðan hon í ár verður vikuna fyri.

 

Eyðun hevur hesaferð sett saman eina framsýning við 21 verkum. Framsýningin letur upp hósdagin 18.juli klokkan 16, og so er opið seinnapartar frá kl 14 til mánadagin 22.juli.