Eyðstein vann í Danmark

Tveir av teimum trimum seyðahundamonnunum, sum eru á veg til EM í Sveits, tóku lut í kvalifikatiónskapping í Danmark. Eyðstein Jensen við hundinum Nap var í serflokki

Tríggir føroyingar eru ávegis til EM í seyðahundakapping í Sveits, og sunnudagin tóku tveir teirra lut í fyrstu kvalifikatiónskappingini fyri danir til EM komandi ár.

- Vit skuldu í veruleikanum ikki vera við, men vit vórðu uppringdir leygarmorgunin, tá vit vóru komnir niður, og bodnir við, tí nøkur avboð vóru komin, sigur Rene Hansen, sum saman við Eyðstein Jensen var við í donsku kappingini.

Meiningin var, at triði maðurin, Kjeld Nattestad, skuldi koma niður í gjár, men hann kemur ikki fyrr enn í dag. Tá ferðaliðið er samlað, verður leiðin sett niður móti Sveits og býin Hasselhof, beint uttan fyri Bern, har kappingin veðrur hildin.

Í kvalifikatiónskappingini sunnudagin var Eyðstein Jensen við hundinum Nap púra suverenur og vann kappingina greitt. Á triðja plássi kom Rene við hundinum Hvess, og hann var bert eitt stig frá øðrum plássi.

So sigast má, at upptaktin til EM hevur verið góð, og tað gevur eisini góðar vónir til EM kappingina, sum byrjar hósdagin á miðdegi.

- Okkara vón er, at fáa onkran hund við í finaluna, og eftir góða úrslitið her í Danmark eru tær vónirnar ikki minni. Hini árini hava føroyingarnir ligið mitt í á stigatalvuni, sigur Rene Hansen.

Vansin er sjálvandi, at teir ikki vita, hvat teir koma til niðri í Sveits.

- Vit vita einki um umstøðurnar og vit vita einki um, hvat tað er fyri seyður, vit koma út fyri í kappingini. So vit mugu bara síggja tíðina ann og vita, hvussu leikur fer, sigur Rene Hansen.

Byrjað verður hósmorgunin við læknatjekki av hundunum, og so byrjar kappingin á miðdegi sama dag.

- Vit skulu ikki í eldin fyrr enn fríggjadagin, tá Kjeld Nattestad skal royna seg við Snøgg og eg sjálvur skal kappast við Taff. Leygardagin verður tað so Eyðstein Jensen við Nap og eg sjálvur við Hvess, sigur Rene Hansen.

Finalan verður sunnudagin, og tá skulu 15 av teimum 89 luttakandi hundunum royna seg í kappingini um heitið sum besti seyðahundur í Europa 2009.