Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag seinastu fýra árini, er afturvaldur til formann í felagnum á nevndarfundi seinnapartin í dag. Eyðstein Djurhuus heldur fram sum formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Hetta er greitt eftir, at felagið fyrst hevur havt aðalfund í dag og seinni nevndarfund, har eitt nú val av formanni og næstformanni var á skránni.
Eftir aðalfundin í dag samtykti nevndin, at Eyðstein Djurhuus heldur fram sum formaður ? og at Regin Nónstein heldur fram sum næstformaður.
Eyðstein Djurhuus sigur, at ein av størstu uppgávunum hjá felagnum í komandi ári verður at virka fyri eini munandi nútímansgerð av setanar-og lønarviðurskiftunum innan fiskiskipasáttmálan.
Hann sigur, at kappingin frá farmaskipavinnuni er so stór, at tað gerst alsamt minni áhugavert hjá skiparum og navigatørum at taka hýru við fiskiskipum.
- Ein góð og jøvn mánaðarløn, pensjón, skipað frítíð og áhaldandi eftirútbúgving hava stóran týdning, tá ungir navigatørar velja sær starv.
Eyðstein Djurhuus sigur, at fiskiskipaflotin hevur higartil kunnað kappast um lønarlagið, men nú eru hýrurnar í øðrum vinnum um at fáa fiskiskipini aftur.
Hann sigur, at tað er ein trupulleiki, tá skip liggja í longri tíð, og menn soleiðis onga inntøku hava.
- Tað munnu vera fá húsarhald, sum kunnu klára seg uttan inntøku í fleiri mánaðir, sum tað onkuntíð hendir seg við fiskiskipunum, sigur Eyðstein Djurhuus, afturvaldur formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.