Eyð roynir seg á 15 teimum bestu

Lagið »Did you wrong« við Eyð Berghamar Jakobsen, sum í løtuni liggur á triðja plássi í kappingini Nordic Bands Unsigned og kappast við »Forever and Beyond« hjá Makrel um ein útgávusáttmála, roynir seg hesa vikuna sum eykalag á 15 teimum bestu.
Um Eyð sleppur inn á 15 tær bestu, fáa vit at vita leygardagin, hetta er dagin eftir at avgerð er fallin í Nordic Bands Unsigned kappingini. Til ber hjá tær at vera við til at avgera, hvussu leikur fer, við at atkvøða á
www.uf.fo/15bestu og á
www.nordicunsigned.com