Eyð Matras sigur frá søgu

Tann føroyska sjónleikakvinnan Eyð Matras greiðir frá á donskum/norskum um ævintýrhugaðu Aina Cederblom (1896-1986), sum í 1933, 30 ára gomul, sigldi einsamøll úr Svøríki móti USA í einum lítlum opnum motorbáti, og endaði við at fara í land í Føroyum.

 

Framførslan er grundað á egnu frágreiðingina hjá Ainu Cederblom úr bókini ” Som

sjöluffare på Atlanten”. Sigrún Valbergsdóttir hevur arbeitt við søguni og gjørt til leik.

 

Framførslan tekur 40 min, og verður í annaðkvøld kl. 20.00 á Norðurbryggju í Keypmannahavn.