Eyðmýking í oysandi regni

Einasta troyst hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, aftaná eyðmýkjandi 0-3 tapi ímóti Gibraltar er, at úrslitið ikki verður altjóða skrásett

Gott og væl 1.100 áskoðarar vóru til dystin millum Gibraltar og Føroyar á tjóðleikvøllinum á Gibraltar. Minni enn 30.000 fólk búgva í hesum lítla bretska klivanum á tí stóru íbirsku hálvoynni. Gibraltar hevur strítt ein langan dyst fyri at sleppa uppí UEFA. Tá tað loksins eydnaðist vóru teir tveittir út aftur í myrkrið, orsaka av einari atkvøðugreiðslu um málið, har Spania gekk á odda at tveita Gibraltar út aftur úr UEFA. Føroyar atkvøddu ikki eingong fyri Gibraltar tá, men nú eiga vit so æruna av, at Gibraltar hevur eitt gott fótbóltsminni. Tí miðlarnir á Gibraltar eru ivaleysur í, at talan var um ein týdningarmiklan sigur fyri Gibraltar

Oysandi regn
Tað regnaði illa meðan Gibraltar og Føroyar spældu, serliga galið var í fyrra hálvleiki. Tað hendi heldur ikki tað stóra í fyrra hálvleiki, har bert nakrir fáir málmøguleikar vóru, og sendingarnar mangan vóru út av lagi vánaligar. Jóan Símun Edmundsson hevði ein góðan møgu­leika at leggja Føroyar á odda í fyrra hálvleiki. Jóan Símun spældi bara fyrra hálvleik, og royndi at prógva sítt virðið hesar 45 minuttirnar. Frægasti mál­møgu­leikin hjá Gibraltar var eitt skot, sum fór beint upp um málið. Hóast tað oysandi regnið, so var lagið gott á áskoðarunum, sum ikki duldu, at tey vóru fegin um, at Gibraltar kundi spæla ímóti altjóða góð­kendari mótstøðu.

Næstan avlýstur
Tá seinni hálvleikur byrjaði bóru menn ótta fyri, at toran fór at ganga, og at dysturin tí mátti avlýsast, men tíbetur fyri Gibraltar – og tíverri fyri okkara menn, so kom toran ikki okkara æru til hjálpar.
Bæði liðini skifti spælarar út, og tað er ikki at taka seg aftur í, at tað hendi munandi meira í seinna hálvleiki. Føroyska liðið byrj­aði at gerast meiri ágang­andi. Heimildarmaðurin hjá Miðla­hús­inum á Gibraltar heldur, at hesa løtuna var liðið hjá Gibraltar spaku­liga við at møðast, og føroyska liðið við at mennast, men so hendi nakað margháttligt. 
Ivasamt leiðslumál
Tá 69 minuttir vóru farnir vann Gibraltar eitt fríspark uttanfyri tann føroyska brotsteigin, og áðr­enn nakar varnaðist nakað, so sat bólturin í netinum til 1-0 til Gibraltar. Føroyska verjan var í gongd við at stilla múrin upp, og dóm­arin gav ikki eitt ljóð frá sær við dómarafloytini. Hóast hetta, so slapp Gibraltar at taka frí­sparkið, og beina bóltin í málið. Heimildar­maðurin metir, at hetta knekkaði føroyska liðið, og gav liðnum hjá Gibraltar mátt og megi til at berja seg til ein fyri teir ógvuliga minni­ligan sigur.

Skiftu nógv út
Nú gjørdi Gibraltar alt teir kundu fyri at halda leiðsluni, og teir skiftu allar teir spælarar út, sum teir kundu skifta út, fyri at bróta rútmina í spælinum. Og føroyska liðið við sínum drúgvu altjóða dyst­ar­royndum í UEFA og FIFA-høpi misti eisini rútmina.
Símun Samuelsen hevði ein stóran møgu­leika, har málverjin hjá Gibraltar stórbjargaði, og Bogi Løkin hevði eisini eina góða roynd, men einki munaði.
Ímóti dystarenda fær Gibraltar hornaspark. Ein av teim­um inn­skiftu spælarunum hjá Gibraltar stútaði hornasparkið í netið til 2-0. Løtu seinni, sum úrslit av einum góðum samanspæli, endar bólturin inni í føroyska brots­teiginum, har hann verður heilfluktaður í netið til endaliga úrslitið 3-0. Teir 1.100 áskoðarnir vóru í ekstasu, settu seg í sínar bilar og fóru ýlandi gjøgn­um tær fáu gøturnar, sum eru á Gibraltar.
Einasta føroyska troystin er, at katastrofala úrslitið ikki sæst aftur á nøkrum styrkislista. Vit sluppu at kenna spanska rørið á Gibraltar. Aftaná altjóða royndir gjøgnum 23 ár, eigur og skal verða ein munur til okkara fyrimun, annars kann alt gera tað sama!