HB hevur fingið eina dreymabyrjan á kappingarárið 2008. Seinnapartin í dag vunnu teir reyðu og svørtu úr høvuðsstaðnum heili 8-1 á einum sera tannleysum Skála-liði.
Fyrsta málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Mortan úr Hørg legði heimaliðið á odda. Løtu seinni økti Hans á Lag til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Skála bjóðaði av frá byrjan í seinna hálvleiki, og tá Obele Okeke Onyebuchi minkaði um leiðsluna var spenningur einu løtuna. Men so gekk skjótt. Christian Høgni Jacoben gjørdi hattrick, Andrew av Fløtum skoraði tvær ferðir, meðan Jákup á Borg var eina ferð á blettinum.
HB vann 8-1, og hava lagt serstakliga væl út. Skála og venjarin John Petersen, hinvegin, hava sera nógv at hugsa um komandi vikuna.
HB - Skála 8-1 (2-0)
1-0: Mortan úr Hørg
2-0: Hans á Lag
2-1: Obele Okeke Onyebuchi
3-1: Christian Høgni Jacobsen
4-1: Jákup á Borg
5-1: Christian Høgni Jacobsen
6-1: Andrew av Fløtum
7-1: Christian Høgni Jacobsen
8-1: Andrew av Fløtum










