Tá ið ein hugsar um, hvussu leikur fer her í Klaksvík viðvíkjandi leirvíksfjarðarleiðini, tá er sera lætt at finna teir seku í hesum føri. Tað eru sjálvandi fólkafloksmennirnir, Jógvan við Keldu, Jákup Mikkelsen og Heini O. Heinesen.
Hesir hava allir handlað rætt eftir teirra floks-ideologi; allir vildu velja teirra fullveldispolitikk, við at spara, fyri at vera loyalir yvir fyri teirra egnu samgongu, so teirra fíggjarætlan gav eitt lítið yvirskot.
Óbrúkiligar loysnir
Men nú nýggi strandferðslustjórin hevur sett sparingar í verk, fyri at halda ta játtan, sum stovninum varð álagt, vakna oman fyri nevndu vánaligastu løgtingsumboð, við kaldan dreym. Teirra veljarar bæði vinnulívsmenn og aðrir halda, at teirra loysnir eru óbrúkiligar, og kunnu als ikki góðtakast av okkum klaksvíkingum og norðingum.
Mín vón er, at vit klaksvíkingar og norðingar, sum í hesum døgum ferðast um Leirvíksfjørð - og harvið hava sæð - hvat hesir tríggir løgtingsmenn hava at bjóða klaksvíkingum og norðingum, nú geva teimum dura-fjóringin, sum okkara løgtingsumboð fyri Norðoyggjar. Hesir menn eru onganlunda verdir at umboða hetta stolta, vakra og góða fólk her norðuri.
Dekan ovseint
Nú er dekan ovseint at siga fólki frá um eyðmýking v.m., sum teir sjálvir eru orsøk til. Alt talar fyri, at hesir menn hava sovið í tímanum. Tí allir hesir løgtingsmenn handlaðu ímóti betri vitan. Teir vistu, at teirra atkvøða kom at raka leirvíksfjarðarleiðina,
At fólkafloksmenn gingu við til hesar sparingar, skilir ein væl, tí teir hava ongan politikk at vísa á. Teir hugsa bara um teirra fólkatkvøður, sum hvurvu langt úti í mjørkanum. Teirra mál og mið er bert at vera við í eini óbrúkiligari samgongu.
Meðan vit klaksvíkingar og norðingar bara mega vera offur fyri teirra vitleysa politikki, og vera teirra kastibløka, sum vit uppliva nú um dagarnar, tá talan er um leirvíksfjarðarleiðina.
At Heini O. Heinesen so ósmæðin stingur okkum klaksvíkingar í ryggin, og letur seg brúka av fólkafloksmonnum, tað er at harmast yvir.
Skipamál spøkir
Eitt annað skipamál spøkir eisini fyri framman. Tað er málið við Jógvan S, sum eisini hevur okkara áhuga her í Norðoyggjum. Hesir somu politikarar, hava longu hótt við at siga samgonguna upp. Vit bíða spent eftir, hvat hendir. Best var, um hetta skipamál fekk eina virðiliga loysn, áðrenn samgonguslitið, sum helst verður skjótt.