Neistin bukaði og eyðmýkti Tjaldri í oddadystinum seinnapartin og er nýtt oddalið í bestu kvinnudeildini.
Tað kom illa við hjá Tjaldur, at stórskjúttin Adina Petrea hevur verið sjúk hesa vikuna og ikki spældi við fullari megi. Annika Thomsen sat eisini uttan fyri við skaða.
Hóast tað spældi ein leiklut, setti eingin spurnartekin við avrikið hjá Neistanum. Tær løgdu nógv fyri beinanvegin, og gestirnir úr Runavík svaraðu ongantíð aftur.
21 mál vóru á muni. Úrslitið var 40-19.
Tað hevur við sær, at Neistin er fremst í SunSet-deildini. Neistin hevur 34 stig, men hevur spælt fleiri dystir enn Stjørnan og Tjaldri, sum eisini kappast um pláss í finalunum.
Stjørnan vann 30-27 á Kyndli í gjár. VB vann 30-28 á VÍF í dag.
Úrsltini um vikuskiftið:
Stjørnan ? Kyndil 30-27
Neistin ? Tjaldur 40-19
VB ? VÍF 30-28
Stigatalvan:
1. Neistin ? 22 dystir, 34 stig
2. Stjørnan ? 20 dystir, 34 stig
3. Tjaldur ? 21 dystir, 32 stig
4. VB ? 21 dystir, 22 stig
5. Kyndil ? 22 dystir, 14 stig
6. VÍF ? 20 dystir, 7 stig
7. StÍF ? 20 dystir, 3 stig