Eyðgunn sig sannleikan

Eftir at hava lisið grein hjá Eyðgunn Samuelsen, har hon leggur eftir undirritaða og Gunvá við Keldu og okkara uppskoti um, at skatturin ikki skuldi hækka, fari eg hervið at gera hesar viðmerkingar

Fríðtíðarskúlin

Eyðgunn sigur, at vit vildu stongja fríðtíðarskúlan. Hetta er als ikki rætt! Eg haldi, at Eyðgunn skuldi sett seg inn í viðurskiftini, áðrenn hon úttalar seg. Vit tóku undir við uppskotinum um, at Fríðtíðarskúlin skuldi húsast í Virkishúsinum. Har kundu vit brúkt ta tænastu, sum vit hava í Virkishúsinum.

Hetta hevði spart kommununi 1,3 mió. kr.

 

Skatturin

Eyðgunn vil eisini vera við at, um skatturin ikki skuldi hækkast, so kom tað at hava hópuppsagnir við sær. Eg veit ikki, hvat innlit Eyðgunn hevur í tøl og búskap. Eg kann taka undir við tí, at um tú setir 1 pct. inn í eitt Excel ark, tá er lætt at fáa áleið 6 mió. meiri í inntøku við verandi inntøkugrundarlagi. Men eg kann fortelja Eygunn, at eingin nágreiniliga kann geva svar uppá, um hetta gevur fleiri inntøkur, at við at hækka skattin. Sjálvur haldi eg hetta ikki vera rætt, tí var eg eisini ímóti at hækka skattin. Við at hækka skattin, leggja vit altíð stein oman á byrðu hjá skattaborgarinum.

Tað viðførir størri fráflyting og minni tilflyting til Klaksvíkar Kommunu. Hetta ger eisini tað at eftirspurningurin av húsum verður minni og húsaprísurin lækkar. Og hetta ger kanska eisini tað, at peningastovnarnir vilja fíggja gomul hús, heldur enn at nýggj hús vera bygd.

Við hesum fáa fyritøkurnar í kommununi lítið og einki at byggja. Eg veit um fleiri, sum sigla runt um í heiminum, sum fara at flyta úr kommununi, aðrir fara undir FAS og DIS. Hetta gevr nógv færri inntøkur til kommununa.

Nei, tað kann ongantíð verða lættari at tyngja um byrðarnar hjá okkara íbúgvum. Tey seinastu árini er bæði oljan dýrkað og rentan hækkað nógv, og nú kom eisini ein skattahækking.

Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri einum sunnari raksturi av kommununi og at leggja lunnar undir framburð og trivnaði í Klaksvíkar Kommunu.

Hvat valúrslitinum viðvíkir, havi eg ikki annað at viðmerkja enn, at fólkið hevur talað!

www.atli.fo