Eyðgunn Samuelsen á ST fundi

Í mørgin møtir Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, á fundi í ST, og har verður hon saman við donsku sendinevndini fram til 11. november.

Fyrsta vikuna var sendinevndin í Washington.

Í Washington hevur nevndin fingið kunning um amerikanskan innanríkis- og uttanríkispolitikk, herundir leiklutin hjá USA í arktiska økinum.

Fundur var eisini í kongressini, har nevndin var kunnað um arbeiðið í kongressini. À fundunum var eisini komið inn á valstríðið og komandi forsetavalið í USA. Spenningurin er stórur um tað verður Mitt Romney ella Barak Obama ið verður forseti í USA komandi fýra árini, ikki minst tí alt bendir á at bæði valevnini hava ájavnt somu undirtøku í veljarakanningunum.

Í dag fer sendinevndin til New York, har tey komandi tvær vikurnar fara til at fylgja arbeiðinum hjá ST innan ymisk økir.

Sendinevndin fer heimaftur tann 11. november.