Tað er ikki ósemja ímillum okkum, sum er orsøkin til, at ætlanin at útvega bústaðir til fólk við serligum tørvi, er seinkað.
Tað sigur Javni á heimasíðu síni, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár. Í hesum sambandi hevur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ført fram, at áhugafeløgini, sum hava við búfólkið á Eirargarði at gera, hava verið ósamd.
Og hon hevur ført fram, at tað er hendan ósemjan, sum er ein orsøk til, at ætlanin at byggja sambýlið, sum skal byggjast ístaðin fyri Eirargarð, er seinkað.
Hesum vísa tey í Javna aftur. Tey siga, at, teimum vitandi, eru tað Javni, Heilafelagið og Megd, sum er høvuðsfelagið, sum hava fingið høvið til at gera viðmerkingar til ætlanina at umvæla Eirargarð. Og hesi trý feløgini hava ikki verið ósamd. Tvørturímóti hava feløgini verið sera samd um, at tær ætlanir, arbeitt hevur verið við, hava ikki verið nøktandi, sigur Javni.
– At ósemjur millum áhugafeløgini hava seinkað verkætlanini er ikki rætt. Tað, sum hevur seinkað verkætlanini, er, at tíð er brúkt uppá ætlanir, sum ikki rukku á mál, leggja tey afturat.
– Í heilt stuttum hevur gongdin verið tann, at tá ið tær 30 milliónir krónurnar, sum vórðu játtaðar til at umvæla Eirargarð fyri, ikki vístu seg at røkka til, varð arbeitt við einum nýggjum uppskoti.
Eftir tí nýggja uppskotinum skuldu 25 milliónir krónur, sum vóru settar av til bústaðir til fólk við seinheilaskaða, leggjast afturat verkætlanini. Sostatt skuldi Eirargarður byggjast um, og út, fyri 55 milliónir krónur. Stovnurin skuldi hava 36 búpláss, harav níggju pláss skuldi vera til fólk við seinheilaskaða.
– Hvørki Javni, ella Heilafelagið, tóku undir við uppskotinum soleiðis sum tað varð lagt fram, og landsstýriskvinnan gjørdi síðani av at sleppa umvælingarætlanunum, og heldur byggja nýtt, sigur Javni.
Javni heldur, at vardir bústaðir hava verið forsømir í alt ov langa tíð. Og tí heita tey staðiliga á politiska myndugleikan um at fara undir at byggja tær ætlaðu vardu bústaðirnar beinanvegin, og at seta neyðuga játtan av.