Eyðgunn Samuelsen fimmti

Leygardagin 23. mai fylti Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna Javnaðarfloksins, fimmti.

Eyðgunn Samuelsen er ættað úr Sørvági, dóttir Ann og Anton Henriksen. Hon er gift við Jóan Hendrik Svabo Samuelsen úr Klaksvík, har tey búgva. Tey eiga børnini Jógvan og Annu Kristinu. 


Eyðgunn er útbúgvin Cand.mag í samfelagsfrøði og søgu og hevur diplomleiðaraútbúgving. 


Eyðgunn kom á ting 4. februar 2008 sum varafólk, tá samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin – og gjørdist hon tá forkvinna í Fíggjarnevndini. 


Borgarliga starvið hjá Eyðgunn Samuelsen er økisleiðari fyri HT útbúgvinginia á Tekniska skúla í Klaksvík. 


Umframt at vera løgtingsumboð hevur Eyðgunn Samuelsen seianstu tvær seturnar umboðað Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráð.