Í Vikublaðnum, sum er borið í hvørt hús í dag, eru landsstýrisfólk spurd, hvat slag bilurin er, sum tey koyra, og um tað er hugsandi, at næsti bilur kanska verður ein el-bilur.
Millum tey, sum hava svarað, er landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen. Hon sigur, at hon ongantíð hevur fingið sær koyrikortið, og tí hevur hon heldur ongantíð koyrt bil sjálv.
- Eg brúki mest buss, bæði bygdaleiðir og býarbussarnar. Vit eiga ein lítlan umleið fimm ára gamlan Volks Wagen Polo, sum brennur bensin, og vanliga koyra sonurin og eg saman til Havnar við bilinum.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at hjá henni er bilurin bara eitt amboð, sum kann flyta hana frá A til B. Tey hava hugsað tankan at keypa ein el-bil, tá bilurin skal skiftast út.
- Hugburðurin til umhvørvið er í einari broytingartíð, so eg vænti og vóni, at tað ikki fara at ganga nógv ár, til allir persónbilar í Føroyum eru el-bilar.
Landsstýriskvinnan leggur tó aftrat, at skifti frá bensin og diesel til el eisini verður treytað av, at prísurin á el-bilum verður á einum støði, har fólk flest hava ráð at skifta bilin út við ein el-bil.
Í Vikublaðnum í dag kann eisini lesast um, hvønn hugburð onnur landsstýrisfólk hava til el-bilar ella vetnisbilar.










