Tað var Eyð Mohr, ið ringdi úr Fuglafirði, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 800.000 krónur, og kvinnan úr Fuglafirði valdi at deila upphæddina í trý - við 300.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. Eyð Mohr helt, at hon fór at royna einaferð aftrat, og tað gjørdi hon - sæð í bakspeglinum - púra rætt. Í aðru royndini steðgaði hjólið á 300.000 krónum.
Men, hesum gjørdi hon ikki stóran háva burtur úr, og her var eingin rópan og skrálan. Longu í byrjanini, tá hon slapp ígjøgnum, ásannaði Eyð Mohr, at hon var sindur spent og helt fyri, at her var "... eitt sindur at vinna..."
Tá gekka-hjólið steðgaði á gula leypinum við teimum 300.000 krónunum í, var púra kvirt, og løtu seinni segði Eyð Mohr bæði stille og roligt: "Eg sigi takk fyri, stóra takk fyri". Soleiðis fóru hesar 300.000 krónurnar í allari friðaligheit til Fuglafjarðar í kvøld.











