Eyðfríð leiðari á sosialu deild

Tórshavnar kommuna hevur sett Eyðfríð L. Jacobsen í starv sum leiðari á sosialu deild, nú Eyðun Jensen, sum hevur verið leiðari á deildini í meira enn fjórðingsøld, hevur valt at fara frá sum leiðari.

Eyðfríð L. Jacobsen er 44 ára gomul og hevur síðan 2007 verið leiðandi ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum og partur av depilsleiðsluni á skurðdeildini. Hon hevur harumframt diplomútbúgving í leiðslu.

Sosiala deild fevnir m.a. um barnaverndartænastuna, eldrarøktarøkið, barnatannrøkt og heilsutænastur.

Eyðfríð L. Jacobsen tekur við starvinum 1. mars 2012.

Á myndini síggjast frá vinstru Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á sosialu deild, og Heðin Mortensen, borgarstjóri