Fyri løtu síðan boðaði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, frá, at hann hevur sett Eyðfinn Jacobsen, advokat sum nýggjan stýrisformann í ALS.
Í stuttorðaðum tíðindaskrivi verður sagt, at Eyðfinnur Jacobsen tekur við starvinum beinanvegin.
Alfred Petersen, advokatur, hevur verið stýrisformaður í ALS, men í síðstu viku segði landsstýrismaðurin Alfredi úr hesum starvi.
Hetta hendi eftir miklu øsingina, sum hevur verið um fráfaringarlønina hjá fyrrverandi stjóranum í ALS, Ernst Jacobsen.