Eyðfinn Reyðberg farin frá

Samstundis sum Norðoya Sparikassi kunnger hall á 38 milliónir krónur, hevur stjórin sagt seg úr starvi. Nýggjur stjóri er Marner Mortensen, sum hevur verið varastjóri Norðoya Sparikassi hevur í morgun skift stjóra. Eyðfinn Reyðberg hevur sagt seg úr starvi, og Marner Mortensen er fyribils settur nýggjur stjóri. Marner Mortensen er 46 ára gamal, og hann hevur verið varastjóri í sparikassanum síðani 1. januar 1996. Marner Mortensen er útbúgvin civiløkonomur innan roknskap og fíggjarstýring.

Eyðfinn Reyðberg hevur verið stjóri í Norðoya Sparikassa síðani 1. mai í 2000. Í sambandi við, at hann leggur frá sær, sigur Eyðfinn Reyðberg:

-Eg havi nú verið stjóri í Norðoya Sparikassa í 10 ár, og hevði arbeitt í sparikassanum í meir enn 12 ár. Tí haldi eg, at mín tíð er komin at royna nakað annað, og at aðrar kreftir taka við.

- Vit hava í 2008 og 2009 havt tvey sera trupul og kravmikil ár, ið hava kravt ógvuliga nógv av øllum, sum varða av sparikassanum, men sparikassin hevur tað gott, og tað er tað, sum hevur størstan týdning. Eg eri sannførdur um, at sparikassin kemur styrktur burturúr hesi kreppu, sum í alheims høpi verður umtalað sum ein hundraðára kreppa, sigur Eyðfinn Reyðberg við heimasíðuna hjá Norðoyar Sparikassa í morgun.

Samstundis sum stjórin fer frá boðar Norðoya Sparikassi frá, at hann hevði 38 milliónir krónur í halli í fjør. Høvuðsorsøkin til hallið eru niðurskrivingar uppá útlán uppá 45,4 mió.kr.