Eyðfinn bjargaði StÍF eitt stig

Kyndil var á odda allan dystin, og kundi tjúgu sekund fyri tíð avgera alt við einum brotskastið. Eyðfinn Poulsen vildi tað tó øðrvísi. Hann bjargaði brotskastinum, StÍF fór í mótálop og javnaði

Kyndil misti tvey stig um viku­skift­ið. Hóast tað aldrin er lætt at spæla á Skála, so iðra teir seg í Kyndil um 22-22 javnleiki móti StÍF í gjár.
Kyndil var á odda 21-16, tá fimm minuttur vóru eftir. Tá tveir min­uttir vóru eftir var munurin heili fýra mál, men alíkavæl megnaði Kyndil ikki at vinna dystin.
Tjúgu sekund fyri tíð verður striku­spælarin hjá Kyndil koyrdur umkoll, og Kyndil kann avgera dyst­in við brotskasti, men Eyðfinn Poulsen bjargar skotinum frá Finni Hansson. StÍF fer í mótálop og Jógvan G. Joensen tryggjar StÍF eitt stig.
– Hetta er ikki so stuttligt. Vit halda vit hava tamarhald á støðuni, og eru fimm mál frammanfyri. Men so fáa vit nøkur mál móti okkum, serliga upp á mótálop, Vit skora ikki í álops­partinum og tað er har trupulleikin hjá okkum er, sigur Frank Askildsen.
Kyndlamenn vóru í øðini aftaná dystin, tí teir mettu at StÍF átti at fáa onkran mann útvístan, með­an teir fingu Hans Áka Dahl Christiansen útvístan.

Nøgdir og ónøgdir
Levi Nybo, málverji hjá StÍF, var feg­in um eina stigi tá samanumkom, men sæð yvir allan dystin er hann als ikki nøgdur við avrikið hjá strand­ingum.
– Sum dysturin gekk, so eru vit nøgdir við stigið, tí vit hála eina fimm mál inn á teir móti endanum. Men sæð yvir allan dystin, so eru vit ikki nøgdir við avrikið. Vit smida alt ov nógvar bóltar vekk, og brenna ov illa. Verjan er sterk og mál­mans­spælið hjá okkum er hinvegin gott. Tað er í álopinum tað er galið, sigur Levi.
Levi er heldur ikki í iva um nær dysturin vendir. Tað er tá Levi sjálv­ur fer út á bonkin, og Eyðfinn Poulsen kemur á vøllin.
– Vit smida nógvar bóltar vekk í fyrra hálvleiki. Vit eru heldur ikki neyvir, tá vit skjóta og Erlendur Johannesen tekur nógvar bóltar. Skilið er tað sama eina løtu í seinna hálvleiki, til vit skifta Eyð­finn Poulsen inn í málið til eitt brots­kast. Hann bjargar og lukkar av í einar tíggju minuttir. Vit koma inn aftur í dystin, og tá ein minuttir er eftir hava teir aftur brotskast, og kunnu avgera dystin. Tá hyggi eg út á bonkin, og vit skifta og Eyðfinn bjarg­ar aftur. Hann stóð ótrúliga væl í seinna hálvleiki, sigur Levi Nybo.
StÍF hevur eitt lokalt lið í ár. Levi er einasti tilflutti spælarin á lið­num
– Hetta er eitt spennandi lið. Vit hava fleiri ungar spælarar blanda við nøkrum eldri spælarum. Tað, sum eisini er spennandi við hesum lið­num er, at allir eru lokalir uttan eg – eisini venjarin, sigur Levi Nybo.
Úrslitið merkir, at hvørki StÍF ella Kyndil nærkast oddinum, og eru í vanda saman við H71 at missa sam­bandið við KÍF og VÍF, sum í løtuni tykjast verða bestu boðini upp á FM finalistar.

- - -

StÍF - Kyndil 22-22 (7-12)
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Pætur Joensen 5, Steinar Prestá 5, Marius Joensen 3, Jógvan G. Joensen 2
Kyndil: Finnur Hansson 5, Høgni Klein Olsen 4, Josef Abrahamsen 3, Ludvík Súnason 3, Hørdur F. Sigtórsson 3, Fransk Askildsen 2, Andrias Sólsker 1, Hans Áki Dal Christiansen 1
Dómarar: Arnar Dam og Thomas Juul Thomsen