23 ára gamla Eyð Berghamar, sum er føroyskur útiseti búsitandi í Keypmannahavn, er sloppin í mánaðarfinaluna í kappingini Nordic Bands Unsigned, sum MTV og Samsung skipa fyri. Mánaðarfinalan er hesa vikuna. Makrel hava longu vunnið sær veg í finaluna í hesi kapping.
Í kappingini verður kappast um ein útgávusáttmála, sum er galdandi fyri øll Norðanlond.
Bólkurin hjá Eyð eitur Eyd og lagið eitur They did you wrong.
Tað ber til at atkvøða til og við fríggjadag á miðdegi, á hvørjari teldu kann man atkvøða eina ferð um døgnið. Um tit vilja verða við til at avgera, hvør sleppur víðari hesa vikuna, kunnu tit hoyra øll løgini og atkvøða fyri tí lagnum tykkum dámar best á www.nordicunsigned.com