Pensjónistar í Vágum fara í dag at "syngja og dansa við" í Marghøllini í Sørvági. Tað verða Ólavur Højgaard og Vestmenn, sum fara at spæla gamlar slagarar og sum fara at syngja saman við pensjónistum í Vágum.
Borgarstjórarnir í Vága kommunu og Sørvágs kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen og Aimé Jacobsen, fara at dystast í spurnarkapping. Frásagnir verða frá staðkendum, og eisini verður okkurt gott undir tonnina.
Heimatænastan í Vágum sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum verður í Marghøllini í Sørvági í dag frá klokkan 15 til 17.










