Experten – Tú Óli?

Sámal Poulsen og Andrias Berglíð, Nevndalimir FF
--------

Óli Jacobsen førdi seg fram sum serfrøðing í Eystara Landsrættti í Arctic Viking málinum, men tey, sum vóru inni í rættarsalinum henda dag, og hava lisið blaðgrein hjá Óla Jacobsen, mugu ásanna, at eftir vitnisburðin og blaðgrein, so manglar nógv í.
Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag hava í gjøgnum nógv áratíggju verið samd um, at Føroya Fiskimannafelag eigur tann býtispart, sum vit hava fingið við samráðingum, meðan reiðarin hevur rest. Hetta er gomul siðvenja, og hava allir reiðarar avroknað soleiðis í eitt mannaminni.
Er dári í, at fiskimenn liggja so lágt, tá fyrrverandi formaðurin sigur, at tað er í lagi, at reiðarin leggur hald á partar av peningin hjá manskapinum. Tað er okkara greiða fatan, at Óli Jacobsen ikki vildi fiskimonnum nakað gott. Tað gjørdi Óli við at siga, at sáttmálin ikki var so týðandi. Tað er tann fagfelagsmaður í er. Heilt erligt, hvat skal ein hava ein sáttmála til, tá hann onki hevur at týða? Hetta er tín skom Óli. Fyri tað um fiskimenn nýttu sín demokratiska rætt at velja nýggjan formann, so er ongin orsøk at uppføra seg soleiðis.
At hugsa sær, at Óli Jacobsen í rættinum sigur, at ein ikki hevur fyri neyðini at mynstra, er ein beinleiðis skandala. Sambart mynstringarlóggávuni, so skal ein mynstra. Tað kann ikki misskiljast, so har er ongin tulkingarspurningur. Tá ein maður ikki er mynstraður, so fær hann ikki sjúkrapengar frá lønjavningarstovuni. So Óli, her meta vit ikki, at tú hevur sagt sannleikan.