Edmund Joensen, Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
-------------
Moderati tjóðveldispolitikarin, Sjúrður Skaale, er sendur út í politiska myrkrið, tí floksformaðurin vil ikki missa sín mest týðandi pall. Pallurin hevur størri týdning enn politikkur og úrslit.
Sekteriska stríðið í Tjóðveldinum um uppskotið til stjórnarskipan er endað við, at tann moderati løgtingspolitikarin, Sjúrður Skaale, noyddist at bakka fyri tí ekstrema og valdmikla partinum av Tjóðveldinum.
Harmiligt kortini, at hann er trýstur heilt út gjøgnum dyrnar.
Semjusøkjandi politikari
Síðani moderati tingmaðurin kom á Ting fyri trimum árum síðani, hevur hann verið ein av teimum semjusøkjandi í flokkinum.
Vit eru fleiri í Løgtinginum, ið hava havt virðing fyri, at tað hava funnist moderat fólk í tí ekstrema fullveldisbólkinum. Eitt fólk, ið sær politikk sum tað, hann er – nevniliga kunsturin at gera kompromis fyri at fáa úrslit.
Hetta eru teir góðu politikararnir. Teir, sum duga at samstarva uttan at missa fótafestið.
Fokusflyting
Tá politiska bumban brast fríggjamorgunin, kom formaðurin í Tjóðveldinum beinanvegin út við boðskapinum um, at ”hetta er onki persónligt stríð millum meg og Sjúrð”.
Útsøgnin er rein fokusflyting. Og hon virkaði. Miðlarnir fokuseraðu har, sum Høgni Hoydal vildi.
Tað er sjáldan, at ósemjur í politikki eru persónligar. Eisini hóast tær kunnu tykjast harðar. So sjálvandi var hetta ikki persónligt stríð. Sjúrður og Høgni eru ikki persónligir fíggindar, tá mikrofonirnar eru sløktar.
Retoriski pallurin í vanda
Sannleikin um politiska brotið millum tingmannin og floksformannin er ein heilt annar.
Floksformaðurin sendi hóvliga tingmannin út í politiska myrkrið, tí formaðurin, Høgni Hoydal, vil ikki missa sín mest týðandi pall í føroyskum politikki. Í grundini vil hann als ikki hava eina semju um stjórnarskipanaruppskotið í Løgtinginum. Pallurin hevur størri týdning.
Enn eru nøkur viðurskifti, sum skulu broytast, áðrenn stjórnarskipanaruppskotið harmonerar við Grundlógina og Heimastýrislógina. Hinvegin byrjar uppskotið nú at líkjast.
Men ímynda tær, um ein breið, brúkilig semja um stjórnarskipanina hevði verið formaliserað í Tinginum. Ein semja, sum eisini ein hóvligur Sjúrður Skaale kundi tikið undir við.
Hvat hevði tá hent?
Jú, tá høvdu flestu flokkar kunnað bundið frið um ríkisrættarligu støðuna.
Men tað tolir Tjóðveldi ikki.
Tí tá hevði formaðurin mist trappusteinin, har hann vanliga stendur og rópar.
Tá hevði hann mist møguleikan til alla tíðina at skapa øsing um støðuna millum Føroyar og Danmark.
Ella sagt á ein annan hátt: um Sjúrður Skaale fekk sína semju ígjøgnum, so hevði andaligi leiðarin havt heldur truplari við at øsa sínar lærusveinar.
Hetta er veruliga orsøkin til, at tann hóvligi tjóðveldistingmaðurin í dag er uttanflokka tingmaður.
Tað má bara ikki fram alment.