Exit-poll: Macron og Le Pen víðari

Stutt áðrenn valhølini steingja í Fraklandi hevur belgiski miðulin RTBF kunngjørt eina exit-poll kanning, ið vísir at tað helst verða Emmanuel Macron og Marine Le Pen, ið fara víðari til næsta umfar í forsetavalinum.


Tað er ikki lov hjá fronskum miðlum at gera og kunngera veljarakanningar tveir teir síðstu dagarnar í valstríðnum, og verður brot á lógini straffað við eini bót á 75.000 evrum, men tað forðar ikki fransktalandi miðlum í Belgia og Sveis at kunngera slíkar kanningar.


Í kanningini fær Emmanuel Macron 24 prosent av atkvøðunum, meðan Marine Le Pen fær 22 prosent. Jean-Luc Melenchon fær 20,5 prosent og Francois Fillon fær 18 prosent av atkvøðunum.


Fyrstu valhølini eru longu stongd, og uppteljingin er byrjað. Seinastu valhølini steingja klokkan átta franska tíð.