Báðar tær donsku almennu sjónvarpsstøðirnar hava kunngjørt hvør sína exit poll kanning, har tey hava spurt veljarar, sum hava verið á vali, hvat tey hava valt. Í báðum førum ganga stjórnarflokkarnir aftur, serliga Javnaðarflokkurin og Vinstri, meðan Moderatarnir hava eina minni afturgongd.
Støðan millum vengurnar í kanningini hjá DR er, at reyði vongur hevur 83 tinglimir, meðan blái vongur hevur 78. Moderatarnir standa ímillum við 14 tinglimum.
Í kannignini hjá TV2 er støðan heldur frægari hjá Javnaðarflokkinum, sum har fær 21 prosent, meðan hann fær 19,2 í kanningini hjá DR. Í báðum førum stór afturgongd. Flokkurin missir 16 tinglimir hjá DR og 13 í kanningini hjá TV2.
Um hetta verður úrslitið, so stendur Lars Løkke Rasmussen við lyklinum til næstu stjórnina. Men tað skulu bara lítlar broytingar til. Borgernes Parti er beint omanfyri sperrumarkið og fær 4 tinglimir. Fella teir teir undir sperrumarki, so broytir tað myndina. Men 85 tinglimir á reyða veingi er ikki so langt frá 90, um vit rokna ein úr Føroyum og ein úr Grønlandi við.
Men báðar exit poll kanningarnar byggja undir tær veljarakanningar, sum hava verið og sum hava víst, at Lars Løkke Rasmussen og Moderatarnir standa við avgerandi tinglimunum til at skipa eina stjórn.










