Exit poll: Borgarligur stórsigur

Ein kanning, sum varð almannakunngjørd í Danmark, tá valhølini lótu aftur klokkan 20 danska tið, gevur Anders Fogh Rasmussen og Vinstraflokkinum stórsigur á Fòlkatingsvalinum við 98 fólkatingslimum aftanfyri seg á borgarliga vonginum.

Fólkatingsval


Næsti forsætisráðharrin í Danmark eitur Anders Fogh Rasmussen. Tað hevur verið rættiliga greitt seinastu vikurnar, og ein exit poll, sum Danmarks Radio almannakunngjørdi, beint eftir at valhølini lótu aftur klokkan 20 danska tíð, staðfestir hesa støðuna.

Danmarks Radio hevur spurt umleið 3000 veljarar, hvar teir settu krossin, og kanningin gevur borgarligu flokkunum tryggan meiriluta í Fólkatinginum.


Tølini síggja soleiðis út, og enn skulu tey takast við tí fyrivarni, at talan er um eina kanning, sum er gjørd uttanfyri valhøllini, og ikki endaliga úrslitið.


Socialdemokratiski flokkurin: 52 fólkatingslimir

Radikala Vinstra: 8

Konservativi fólkaflokkurin: 14

CD: 4

SF: 11

Kristiligi Fólkaflokkurin: 5

Vinstra: 59

Framburðsflokkurin: 0

Eindarlistin: 5

Danski Fólkaflokkurin: 17


Borgarligu flokkarnir, Vinstra, Konservativu, CD, Kristiligu og Danski Fólkaflokkurin fáa tilsamans 98 fólkatingslimir, meðan vinstrivongurin, Socialdemokratarnir, Radikala Vinstra, Sosialistiski Fólkaflokkurin og Eindarlistin fáa 77 fólkatingssessir.

Teir fýra fólkatingslimirnir úr Føroyum og Grønlandi eru ikki við í hesari kanningini.