Exit poll kanningin, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio vísir, at tað verður Sambandsflokkurin í Føroyum, sum skal tryggja, at Lars Løkke Rasmussen verður forsætisráðharri.
DR vísir eisini til eina aðra exit-poll kanning, sum gevur eitt enn tættari úrslit, 88-87 til bláa blokk.
Verður tað so, sum exit-poll kanningarnar vísa, so verður stjórnarskifti í Danarmk. Tað er so treytað av, at annahvørt Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin fær annað fólkatingsumboðið í Føroyum.