Exeo - Seat útgáva av Audi

Ein av nýggjheitunum á Paris Motor Show í oktober var Seat Exeo, ið er ein sedan, sum er bygdur yvir ein Audi A4 plattform. Bilurin kemur á marknaðin í 2009

Leingi hevur ljóðað at Seat fóru at koma við einum nýggjum bili í størra miðalklassanum. Fleiri tekningar hava verið vístar í ymiskum bilbløðum við nøvnum sum t.d. Seat Bolero og Seat Proteto. Men endaliga úrslitið er hesin nýggi Seat Exeo, sum varð presenteraður á Paris Motor Show i oktober.


Seat Exeo líkist nógv Audi A4 bæði uttan og innan, men við sínum egna identiteti. Bilurin verður gjørdur á Seat verksmiðjuni í Martorell, nærhendis Barcelona.


Í fyrstu atløgu verða seks ymiskir motorar at velja ímillum, sum allir lúka teir strongu Euro-5 normarnir fyri CO2 útlát. Tíggir bensinmotorar frá 102 til 200 hk , og tríggir dieselmotorar frá 120 til 170 hk. Roknað verður við, at Seat Exeo verður bíligari enn Audi A4.


Seat EXEO kemur á spanska marknaðin á vári í 2009 og síðan eisini til restina av evropeiska marknaðinum.