Sunnukvøldið 2. juni leggur søguliga træseglskipið, Excelsior, at í Havnini. Vakra træseglskipið, sum varð bygt í Lowentoft í Suðuronglandi, er frá 1921 og varð upprunaliga bygt sum fiskiskip.
Í sambandi við vitjanina, verður opið skip mánadagin 3. juni frá kl. 14 til 18. Øll eru vælkomin at fara umborð og fáa eina rundvísing.










