KÍ venjarin, Tony Paris, hevði 51 ára føðingardag sunnudagin. Tað gongur væl hjá KÍ, og at venjarin er høgt í metum sást, tá ið KÍ áskoðararnir reistust og sungu Happy birthday, meðan var á veg á beinkin, eftir at spælararnir høvdu hvílt seg, og hann hevði givið teimum ráð.
Excellent var skoðsmálið, sum KÍ venjarin gav sínum monnum eftir 1. hálvleik. Semja var kortini um, at tað skuldi farast inn til seinna umfarið sum um, at støðan framvegis var málleysur javnleikur.
Hjá KÍ vóru Jan Andreasen og Ovi Nysted ikki við. Hetta bar við sær, at tað í høgra borði var pláss fyri 19 ára gamla Oddmari á Lakjuni - lítli beiggin hjá Heðini á Lakjuni. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum teir fyrstu ellivu.
- Uppstillingin var 3-4-3, og eg var uttastur í høgru. Men av tí at Øssur Jacobsen í 2. hálvleiki lá rættuliga frammarlaga, so var eg nógv afturi á vongverjanum, staðfestir ungi maðurin, sum stóð seg væl, men sum ikki er vísur í, at hann aftur verður millum teir fyrstu ellivu móti HB:
- Spælskipanin er ikki altíð eins, og tað er stór kapping um plássini. Men eg eri klárur, um eg fái kjansin.










