Innlendismálaráðið hevur í dag sett Ewald Kjølbro í starv sum stjóra á Landsverki. Síðani hálvan november hevur hann verið virkandi stjóri, eftir at Oyvindur Brimnes fór úr starvinum síðst í oktober.
Ewald Kjølbro er útbúgvin Akademiverkfrøðingur innan bygging frá DTU í 1994. Hann tók við sum leiðari á havnadeildini hjá Landsverki í 2001, og á vári 2009 gjørdist hann eisini leiðari á bygningadeildini.
Áðrenn Ewald Kjølbro kom á Landsverk, arbeiddi hann innan byggi- og anleggsvinnuna í Danmark, har hann bæði hevur fingist við byggileiðslu, projektleiðslu og projekteringsleiðslu.
Umframt útbúgving sum byggiverkfrøðingur hevur Ewald Kjølbro tikið fyrsta part av HD og tekur í løtuni HD yvirbygning innan roknskap og fíggjarstýring.
Ewald Kjølbro er 47 ára gamal, giftur og eigur fýra børn.
10 umsóknir vóru til starvið sum stjóri á Landsverki.