Evy stjórnar nú Betri

Fyribilsstjórin er sett í fast starv

Tað verður Evy Jacobsen, sum farna hálva árið hevur røkt starvið sum fyribils stjóri í P/F Betri, ið framyvir kemur at stjórna felagnum. Tað boðar Betri-samtaki frá í tíðindaskrivi í dag.


Leiðslubygnaðurin í Betri-samtakinum er sostatt, at Evy Jacobsen er stjóri í Ognarfelag Tryggingartakarana og Betri p/f. Ingunn Eirikisdóttir er stjóri í Betri Trygging, Helgi L. Petersen í Betri Pensjón, Kára á Dunga í Betri Heim, meðan Jean Djurhuus og Olav Guttesen eru ávikavist forstjóri og stjóri í Betri banka.


Samstundis verður boðað frá, at nevndin í Betri P/F hevur valt at seta Evy Jacobsen sum nevndarlim í dótturfeløgunum Betri Banki, Betri Trygging og Betri Pensjón.


Evy Jacobsen er útbúgvin Cand. Merc. og hevur síðan 2008 arbeitt innan ymisk virkisøki í Betri samtakinum. Síðani mai 2018 hevur hon verið vinnukundaleiðari í Betri Banka. Eisini hevur hon røkt nevndarsessir í m.ø. P/F Vága Floghavn og P/F Eystur- og Sandoyartunlar.