Tær broytingar, sum hava verið á Sosialinum seinastu tíðina í sambandi við prenting o.a., merkjast nú eisini á ítróttarblaðnum.
Størsta broytingin er tann, at evstamarkið hjá ítróttinum nú er flutt fram til klokkan 11.00 fyrrapart.
Hetta merkir eisini, at alt tilfar, sum fólk vilja hava við í ítróttarblaðið, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnukvøldið.
Hetta hevur eisini staðið viðmerkt á síðu 2 í ítróttarblaðnum, men higartil hevur tað verið so, at tilfar, sum kemur tíðliga mánadag, eisini sleppur við, um pláss er fyri tí. Soleiðis verður tó ikki longur, tí frá nú av kemur tilfar, ið vit ikki hava fingið sunnukvøld, snøgt sagt ikki við í ítróttarblaðið.
Dómaraseðlarnir
Í hesum sambandi fara vit eisini enn einaferð at heita á tey ymsu fótbóltsfeløgini kring landið um at senda okkum dómaraseðlarnar frá dystunum í 1. og 2. deild hjá monnum skjótast gjørligt. Saman við Dimmalætting sendu vit eina tílíka áheitan út til feløgini longu undan kappingarbyrjan, men tíverri tykist tað ikki, sum um feløgini ? við B71 sum einum einstakum undantaki ? hava tikið hesa áheitanina til eftirtektar.
Tað er ikki løtuverk at gera fótbóltshagtøl, men vit halda, at tey eru neyðug fyri at umrøðan av føroyska fótbóltinum skal vera so fullfíggjað sum gjørligt, og tað man eisini hava áhuga hjá teimum, ið varða av fótbóltinum her á landi. Onkuntíð tykist tað tó sum um feløgini ikki eru serliga áhugað í hesum.
Ítróttarblaðstjórnin
teldupostur: jakup@sosialurin.fo
telefaks: 31 47 20