Evropeiskt málár

UNDIRVÍSING Næsta ár verður evropeiskt málár og í viku 40 verður arbeitt burturav við evropeisku málunum

 

Birgir Kruse

Evropeiskt málár. Ein knortlut yvirskrift. Og so snýr hon seg júst um mál og máliskur. So vit lesa einaferð afturat: evropeiskt málár. Tí næsta ár, ár 2001, er lýst at verða evropeiskt málár. Árið har vit sum búgva í Evropa, skulu geva øllum málunum í heimsparti okkara ans. Tað hava ráðharrarnir í undirvísingarmálum samtykt á einum evropeiskum ráðharrafundi hin 8. juni í ár.

Evropeiska málárið verður fyriskipað av Evropakommissiónini í tøttum samstarvi við Evroparáðið og UNESCO, sum er deildin undir ST, ið fæst við skúla og undirvísing.

Meginsjónarmiðið aftan fyri avgerðina at halda eitt evropeiskt málár er eitt ynski um at gera fólk varug við virðini, sum eru í tí málsliga margfeldi vit hava í Evropa. Harafturat ynskja fyrireikararnir at gera vart við tað henta í at duga fleiri mál, at eggja vanliga fólkinum at læra mál og síðani at savna vitan um fremmandmálsliga undirvísing og læru á økinum víðahvar í Evropa.

Í ymsu evropeisku londunum verður alt árið skipað fyri tiltøkum, har málið verður evnið. Mentamálaráðharrin nevndi í samrøðu her í blaðnum, at ymiskt fer at verða fyriskipað herheima. Í Danmark er tað undirvísingarmálaráðið, ið skipar fyri ymsu tiltøkunum har í landinum. Á heimasíðuni www.europasprog.dk ber til at fylgja við og kunnað seg nærri um tey tiltøk danir ætla at seta í verk. Frá hesari heimasíðu ber eisini til at fylgja slóðum út um alt Evropa.

Danska felagið fyri lærarar, sum undirvísa í fremmandamálum, Sproglærerforeningen, er umboðað í donsku fyrireikingarnevdini. Í kunngerð í blaðnum SprogLæreren siga tey, at vika 40 er vald at verða vikan, har arbeitt verður burturav við evropeiskum málum í danska skúlanum. Danska mállærarafelagið fer eisini at skipa fyri eini kapping hesa vikuna, sum meiri kann lesast um í umrødda blaði.