Transfer-søgurnar rulla alla tíðina. Nú er seinasta søgan, at framsókni miðvallarin hjá Manchester United, Angel Di Maria kann verða á veg til Fraklands at spæla við ríka høvuðsstaðarfelagnum, Paris Saint Germain.
Fótbóltsstjórin hjá Paris Saint Germain, Laurent Blanc staðfestir yvirfyri franska blaðnum "L´Equipe", at teir hava sett kikaran á framsóna miðvallaran hjá Manchester United.
Angel di Maria varð seldur til Manchester United úr Real Madrid í fjør fyri ein metprís, sum lá um 600 miljónir krónur í okkara peningi. Eftir eina góða byrjan bleiv hann skaddur, og mátti stríðast eftir tað fyri at fáa spælitíð á liðnum hjá United.
Paris Saint Germain hava aftur fingið loyvi frá evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA at brúka pening til spælarakeyp, og tað letst ikki, at teir sita á boðunum.