Evropeiski Miðbankin leggur uppí

Evropeiski Miðbankin (ECB) boðar frá, at hann fer at keypa almenn virðisbrøv í morgun. Málið er at styðja teir veiku búskapirnar í Spania og Italia. Bæði londini hava boðað frá egnum tiltøkum, sum skulu styrkja teirra búskap.

ECB sigur, at eitt annað mál við avgerðini er at forða fyri einum rættiligum skrædli á fíggjarmarknaðunum. Stigið hjá bankanum skal vísa fíggjarmarknaðunum, at Italia og Spania eru í ferð við at fáa tamarhald á sínum trupulleikum, verður sagt.