Evropeiski Miðbankin lækkaði í dag rentuna 0,55 prosentstig, so hon nú er 1,0 prosent. Danska rentan er eisini lækkað Rentan í evrulondunum er søguliga lág, og sambært serfrøðingum fer hon ikki longri niður.
Stutt eftir kunngjørdi danski Tjóðbankin, at hann hevði gjørt av at lækka rentuna niður í 1,65 prosent. So lág hevur rentan í Danmark ongantíð verið fyrr.
Danska lækkingin er heldur minni, enn greinarar høvdu væntað. Teirra meting var, at rentan fór niður í 1,6 ella 1,5 prosent.