Evropeiska formil 1 koyringin á Nurburgring

Hetta vikuskiftið verður evropeiska formil 1 koyringin á Nurburgring, og sum vant er tað Renault, ið hevur bestu vónirnar um ein sigur.

 
 
 
Hetta vikuskiftið verður evropeiska formil 1 koyringin á Nurburgring. Henda koyring er á heimavølli hjá Mercedes, og sambært flestu forsøgnunum hava Michelin liðini ein fyrimun, tí væntar fremsti maður í kappingini um heimsmeistaraheitið Fernando Alonso eisini, at tað verður júst McLaren Mercedes, ið fer at avbjóða hansara Renault bil.
 
Ferrari fer at avbjóða
Sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher vann seinastu koyring, men hevur Bridgestones dekk á sínum Ferrari. Hann metir tó, at hann hevur møguleika fyri at avbjóða um sigurin. Schumacher sigur, at hóast Michelin liðini siga, at teirra dekk hava ein fyrimun, so er tað ikki víst at so er.
Í formil 1 snýr tað seg, um at hava besta samlaða pakkan av dekkum, motori, aerodynamikki og koyrara, til hesa breytina í hesum hitastiunum, og eydnast hetta hjá Ferrari, so fer liðið eftir sigrinum. Skulu vit døma eftir fyrstu tíðarkoyringini í morgun, so er Bridgestone kvikast, tí Alexander Wurz hevði skjótastu tíðini, í sínum Bridgestones Willams-Cosworth.
Hóast Renault hevur vunnið tríggjar av teimum fýra koyringunum higartil, so hevur kappingin verið hørð og nógv lið hava kappast um fremstu plássini, og eingin ivi er um, at hetta vikuskiftið verður kapping eins hørð.
 
Ide sendur heim
Japanski koyrarin hjá Super Aguri Honda, Yuji Ide er eftir áheitanir frá felagskapinum handan formil 1 sendur til hús av liðið sínum. Óroyndi Ide hevur havt trupulleikar við at klára seg, í sínum sera vánaliga bili og manglandi royndum, tí skal Ide til Japan at royndarkoyra, áðrenn hann aftur sleppir at koyra kappingar. Í staðin koyrir fyrrverandi Renault royndarkoyrarin Franck Montagny fyri Super Aguri hetta vikuskiftið. Enn er ikki avgjørt hvat hendur restina av kappingarárinum, men tað er ivasamt, um Ide sleppur aftur í bilin.