Evropeiska ævintýrið hjá Dánjali og Janusi er av á hesum sinni

Dukla Prag vann ein samlaðan sigur á ÍBV í Europa Cup kappingini

Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus hava verið í Prag í Kekkia hetta vikuskiftið fyri at spæla tveir dystir móti Dukla Prag í Europa Cup kappingini.

 

Ígjár gekk framúr væl í tí fyrra dystinum. ÍBV vann dystin 34-33. Dánjal skoraði sigursmálið í teimum seinastu sekundunum.

 

Í seinna dystinum í dag gekk minni væl hjá ÍBV. 

 

Dukla Prag vann dystin 32-25, og harvið ein samlaðan 65-59 sigur. 

 

Í steðginum var Dukla Prag á odda 13-11. Í seinnu helvt av seinna hálvleiki dróg Dukla frá ÍBV, og vann at enda sannførandi.

 

Harvið endar evropeiska ævintýrið hjá Dánjali og Janusi á hesum sinni.

 

Í dagsins dysti var Dánjal millum málskjúttarnar við einum máli. 

 

ÍBV spælir ikki ein kappingardyst aftur fyrrenn 5. februar, tí íslendska manslandsliðið skal kappast í HM-endaspælinum í Pólandi og í Svøríki í januar.